VB vil ikki flyta dystin

Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB, váttar fyri Rás 2, at VB ikki er sinnað at flyta hálvfinaluna móti Kyndli til fríggjakvøld.

Í Kyndli eru tey ónøgd við, at besta kvinnuliðið hjá felagnum skal til Vágs at spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini mitt í viku. Í vikuskiftinum vórðu fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum og kvinnum í hondbólti leiktar í høllini á Hálsi og seinni dysturin millum VB og Kyndil skal eftir ætlan spælast mikukvøldið í Vági, sum havnarkvinnurnar ikki tóku væl ímóti.

 

Venjarin hjá kvinnunum í Kyndli, Andreas F. Hansen, segði í Kringvarpinum, at leikararnir hjá teimum sostatt forsømdu bæði børn og arbeiði, umframt at tað vóru lítið sannlíkt at fáa fjepparar við suður.

Les eisini HSF: Avgerð má takast í dag

 

Í Vági skilja tey ikki, hví tað skal vera øðrvísi hjá Kyndli at koma til Vágs mitt í viku, tá suðuroyarlið gjøgnum nógv ár eru von at fara norðanfjørðs at spæla mitt í viku.

- Um nakar norðanfjørðs skuldi verið í iva, so ganga okkara spælarar eisini í skúla og hava arbeiði, ja vit hava enn tá onkrar mammur á liðnum eisini, sigur Vigdis Nolsøe.

 

Talan er nú vorðið eitt prinsipielt mál, sigur Vigdis Nolsøe, og vísir á, at í endaspælinum í fjør var støðan júst tann mótsatta, at vágbingar máttu til Havnar mitt í viku at spæla móti júst Kyndli.

 

- Tá vóru okkara grundgevingar fyri at útseta dystin ikki nóg góðar fyri Kappingarnevndina hjá Hondbóltssambandinum, so eg dugi ikki at síggja, hví grundgevingarnar hjá Kyndli skuldu verið nóg góðar hesaferð, sigur Vigdis Nolsøe.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Vigdis Nolsøe.