3. oktober í 1998 hevði TB í síðsta leikumfarinum vitjan av GÍ. Gøtumenn vunnu 5?1, og harvið varð síðsti naglin negldur í hjá TB, sum síðani tá hevur verið í 2. deild. Í fjør sá tað leingi út til, at tað heldur fór at verða talan um stríð fyri at sleppa undan niðurflyting í 3. deild, heldur enn um uppflyting í 1. deild. Men so gekk undan, og TB flutti upp.
Í morgin fæst fyrsta ábendingin um, hvussu TB er fyri aftur at spæla í fremstu deildini. Teir skuldu fingið vitjan av EB/Streymi, men nú verður talan um heimadyst ímóti VB. Tað hevði kanska kenst eitt sindur lættari at spælt ímóti EB/Streymi heldur enn at skula spæla grannauppgerð beinanvegin, men soleiði skuldi tað ikki vera.
? Allir spælararnir hjá okkum eru tøkir, og vit hava gott mót, sigur Zoran Mancic. Hann spældi við TB í fjør, og tá liðið fram ímóti summarsteðginum hevði mist venjaran, tók Zoran Mancic, sum nú hevur búð í Føroyum í fleiri ár, ábyrgdina á seg. Hann hevur áður verið í fleiri feløgum ? eitt nú í VB, sum skal dystast á Sevmýri í morgin.
Rokna við nógvum
VB hevur nýggjan venjara. Hann eitur Dragan Kovacevic, og hann er væl nøgdur við spælararnar og umstøðurnar:
? Føroyskur fótbóltur er betri fyri, enn eg frammanundan hevði roknað við. Spælararnir eru góðir at fáast við, og teir vísa professionellan hugburð undir venjing og í dystum. Nú hava vit ikki fingið dystarvenjing í tvær vikur, so vit gleða okkum at spæla. Eg rokni við, at okkara lið verður nóg gott at koma langt í steypakappingini, og vit rokna eisini við at gera okkum galdandi í landskappingini. Skulu vit tað, so skulu vit vinna á Tvøroyri, og tað fara vit at royna, sigur VB venjarin. Allir spælararnir hjá VB eru tøkir undan oyggjauppgerðini.
VB og TB hava spælt tveir venjingardystir. Á Sevmýri var úrslitið 2?2, eftir at VB hevði verið á odda 2?0. Á Vágs eiði vann VB 2?0.