Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá vágbingum við fótbóltinum higartil í ár.
Besta mansliðið hevur seinastu umførini havt sera laka úrtøku, og á stigatalvuni hevur givið úrslit í, at liðið sunnudagin datt niður um GÍ, sum annars hevur verið niðasta liðið í deildini størsta partin av árinum.
Mánakvøldið hevði nevndin hjá VB fund, har millum annað venjaraspurningurin varð umrøddur, men týsmorgunin bar ikki til at fáa nakrar sum helst viðmerkingar um, hvørja niðurstøðu nevndin var komin til.
At útmeldingin ikki er, at nevndin framhaldandi hevur álit á venjaranum, bendir tó tann vegin, at ein uppsøgn er ávegis, og um so verður, so er John Christensen næsti venjarin í ár, sum fær sekkin.
John hevur annars verið væl lýddur í starvi sínum, men stigatalvan vísir sjónliga, at úrtøkan higartil ikki hevur staðið mát við vónirnar. Ikki minst hevur gingið illa seinastu seks umførini, har VB bara hevur vunnið eitt stig av 18 møguligum.