VB ávegis í steypafinaluna

Við 26-21-heimasigri á Kyndli eru vágskvinnur væl ávegis í finaluna í Coca Cola-steypakappingini

Nógv er hent síðani Kári Horn og Einar Martin H. Jacobsen tóku um róðrið í Vági. Teir hava sanniliga megnað at lyft eitt VB-lið, sum nú liggur bæði væl fyri í SunSet-kappingini og hevur annað beinið í steypafinaluni. Hetta seinna gjørdist greitt eftir at tær vunnu 26-21 heima í Vági á Kyndli í fyrru hálvfinaluni.

Kyndil byrjaði betur
Tað var annars Kyndil, ið byrjaði dystin væl betur og var á odda 4-1 eftir 10 minuttum. Tær leiktu harðan og kontantan hondbólt, sum darvaði spælinum hjá heimaliðnum, men eftir eitt time-out, sum VB tók, fingu tær onkra uppskrift til at lata Kynda-verjuna upp. Tær fingu nú sett nøkur mál á talvuna, men kyndlakvinnur vístu gott treiskni og megnaðu at halda VB aftanfyri seg at kalla allan fyrra hálvleik. Ikki fyrr enn í seinastu sekundunum eydnaðist tað VB at javna til 11-11, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Vístu klassan
Longu frá byrjan í seinna hálveiki struku VB-kvinnurnar avstað. Tær vóru sum hamskiftar frá fyrra hálvleiki og ognaðu tær sær skjótt eina fýra mál leiðslu, sum Kyndil tó ongantíð lat vaksa. Eina løtu seint í dystinum var um at koma spenningur í aftur, men Kyndil misnýtti stóran møguleika at koma bara eitt mál frá VB, sum tá aftur dróg frá og avgjørdu dystin. Sigast má, at støðið hjá VB hevur verið høgt í ár, og vístu tær eisini klassan í seinna hálvleiki.
Tær vunnu dystin 26-21 og hava harvið tryggjað sær eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni, sum verður leikt í Havn seinni í mánaðinum.

VB – Kyndil 26-21 (11-11)

VB: Gurið Mortensen (10) Natasha Ivanovski (5) Laila Jespersen (4) Bára K. Mortensen (4) Una Egilsdóttir (2) Helga Kjærbo (1)

Útvísingar: 1x2min.

Kyndil: Anja Heinadóttir (6) Turið Arge (6) Haldis Johansen (3) Anna Brimnes (2) Guðrið G. Eystberg (2) Annika Sigurðsdóttir (1) Ásleyg Súnadóttir (1)

Útvísingar: 4x2min.