Vágbingar vóru lættir, tá ið teir seinnapartin sunnudagin fóru vestan av Eiðinum. Fyri aðru ferð í ár høvdu teir øll stigini í lummanum. Harvið tóku teir seg longri frá Skála, og tað fer at síggja uppaftur betri út, um teir sunnudagin í Miðvági fara at megna ikki at tapa.
Ímóti KÍ var talan um rættuliga tætta uppgerð, har talan ikki var um nógvar upplagdar málmøguleikar. Á VB liðnum var sentrali miðvøllurin púra útlendskur. Milan Kulic var rættuliga eyðsýndur, tá ið hann megnaði at varðveita bóltin og spæla skilagott frá sær, og aftanfyri hann vóru Slobodan Madzar og spildurnýggi miðvallarin úr Svendborg, Anders Sørensen.
Mortan úr Hørg, sum var ytstur á miðvøllinum í høgru, átti bestu VB royndina í 1. hálvleiki í opnum spæli. Eftir fínt uppspæl gjørdist hann leysur eitt sindur uttanvert brotsteigarmarkið, men skotið fór við síðuna av málinum hjá Kartini Joensen.
KÍ var væl við eina løtu í 1. hálvleiki, men málmøguleikarnir vóru ikki nógvir. Eftir væl spælt álop í høgru og innlegg frá Harley Bertholdsen stútaði Jakob Bymar úr góðari støðu, men bólturin fór við síðuna av málinum hjá Bjarna Johansen.
Einasta málið fekk VB miðskeiðis í 1. hálvleiki, og tað var brotsspark, sum Milan Kulic sendi flatt og dygst úti við stólparótina. Brotssparkið varð dømt ímóti Aleksander Djordjevic fyri at halda Birgiri Jørgensen aftur. Støðan tók seg upp eftir langa sending í KÍ brotsteigin. Teir báðir, Birgir og Aleksander, tókust um bóltin, Birgir fekk tak á, lyfti bóltin upp um KÍ verjuspælaran, sum kendi seg noyddan at nýta óregluligt tiltak fyri at byrgja uppfyri, áðrenn VB spælarin slapp framat.
Onkur vildi hava, at dómarin skuldi fara í reyvalumman eftir reyða litinum, men Suni Johansen valdi gula litin til miðverjan og brotssparksdóm, sum bar sigursmálið til VB við sær.
Gekk seint fyri seg
Eftir steðgin royndi KÍ at fáa skil og tol í miðvallarspæli, og eina góða løtu vóru teir leikliga omaná. Eisini tí at VB tók sítt fólk langt aftur á vøllin, brynjaði seg eitt sindur frammanfyri egnan brotsteig og dyrgdi eftir møguleikum fyri skjótálopum, sum kortini vóru fáir fyrstu stóru løtuna.
Vágbingar nýttu tær snildir, sum plaga at verða nýttar, tá ið tað ræður um at verja leiðslu. Steðgirnir vóru nógvir, og klaksvíkingar tóktust ørkymlaðir. Næst við at fáa mál var KÍ, tá ið Aleksander Djordjevic frammarlaga í brotsteiginum við høvdinum snittaði hornasparksinnlegg úr vinstru upp undir samankomingina í handara borðinum. Bólturin brast niður á málstrikuna, og so kom KÍ ikki nærri at fáa mál.
Sum seinna umfarið leið, sleptu klaksvíkingar í verjupartinum. Eyðun Klakstein, Jan Andreasen og Leon Bjartalíð vórðu settir á vøllin, men tað segði tað sama. Predrag Zivkovic, sum hesa ferð hevði sett seg sjálvan í miðverjuna, lá einar tvær ferðir, áðrenn Janus Kjærbo loysti hann av, og síðstu tíggju minuttirnar var fleiri ferðir um reppið, at Birgir Jørgensen, sum síðstu løtuna var einsamallur á toppinum, varð spældur leysur.
Dysturin í tølum
VB?KÍ 1?0 (1?0)
1?0: Milan Kulic br
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic (Janus Kjærbo, 78.), Eyðun Jacobsen, Dejan Nikolic ? Mortan úr Hørg, Slobodan Madzar, Anders Nielsen, Milan Kulic, Palli Augustinussen ? Birgir Jørgensen, Dan Djurhuus (Mikael í Lágabø, 83.)
Gult kort:
KÍ: Kartin Joensen ? Harley Bertholdsen, Aleksander Djordjevic, Niclas Niclassen, Símun Joensen ? Arnold Joensen (Leon Bjartalíð, 85.), Atli Danielsen, Jan Joensen (Jan Andreasen, 67.), Hjalgrím Elttør (Eyðun Klakstein, 55.) ? Ove Nysted, Jakob Bymar
Gult kort: Aleksander Djordjevic, Atli Danielsen
Dómari: Suni Johansen