VÍF beit frá sær, men tað var VB, sum vann plássið í hálvfinaluni, tá kvinnuliðini hjá feløgunum spældu í Vestmanna í gjárkvøldið. Endaliga úrslitið av dystinum var, at VB vann 30-25, eftir at tær í hálvleikinum vóru á oda 16-11. Sum ikki einaferð, so var Daiva Toumaite besti málskjúttin hjá VB. Hesa ferð átti hon 16 av málunu. Fyri VÍF skeyt Liljan Djurhuus 8 mál.