VB vann trygt

1. deild kvinnur

Neistin-VB 17-25 (9-11)

 

VB vann tryggan sigur á Neistanum í bestu kvinnudeildini sunnudagin, og hava harvið styrkt um støðu sína á triðfremsta sessinum í landskappingini.

Fyrra hálvleik leikaði javnt á millum liðini bæði, men í seinna hálvleiki tók VB veruliga dik á seg.

Serliga gjørdist munurin stórur móti endanum av dystinum, tá VB skeyt fimm mál á rað, og harvið økti úr 20-15 upp í 25-15.