VB vann rótuta uppgerð

Kyndil-VB 18-20 (11-11)

Tær iðraðu seg í Kyndli, tá dysturin móti VB var av.

Í einum dysti, sum var nógv merktur av villum, tóktist heimaliðið hava skapt sær eina góða støðu, tá tær tíðliga í seinna hálvleiki vunnu seg upp á 15-12. Eftir hetta vildi tó einki bera til. Ferð eftir ferð vórðu álop tveitt burtur, og so líðandi tók VB seg alt nærri sigrinum. Einum sigri, sum tær eisini at enda tóku við sær.

Besti málskjútti hjá Kyndli var Lina Andriulyte við 6 málum. Daiva Toumaite skeyt 7 mál fyri VB.