Ikki hevur tað gingið væl hjá VB-kvinnunum í ár. Tær eru á aftasta plássi í Hvonndeildini, har liðið bert hevur skavað trý stig saman eftir 12 dystir. Fyrr í dag var VB á vitjan hjá VÍF í Vestmanna, har steypakappingardystur bleiv spældur. VÍF er væl frammanfyri VB á stigatalvuni í landskappingini, men tað er ikki altíð treyt fyri, at tað endar sum væntað, tá ið spælt verður í steypakappingini.
VB vann nevniliga í Vestmanna í dag. Dysturin endaði 25-21 til VB eftir hálvleiksstøðuna 13-10, har VB eisini var á odda.
Í Hoyvíkshøllini bleiv eisini spældur ein kvinnudystur í dag. H71, sum spælir í næstbestu deilini, tók ímóti Kyndli. Sum væntað Kyndil stórsigur, tí at dysturin endaði 34-11 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 18-8 til Kyndil.
Støðan í bólki 2 í Coca Cola-steypakappingini hjá kvinnum er hendan:
1. Kyndil - 4 stig
2. VB - 2 stig
3. VÍF - 2 stig
4. H71 - 0 stig
Øll liðini hava spælt tveir dystir og mangla ein dyst. VB spælir á heimavølli ímóti H71 í síðsta dysti í bólkaspælinum, meðan Kyndil tekur ímóti VÍF í síðsta dysti.
Málskjúttar frá báðum dystum síggjast niðanfyri:
VÍF-VB 21-25
VÍF: Marianna Holm Jacobsen 7, Agnas Olsen 6, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 2, Brynja Rógvadóttir 1, Beinta Sveinbjørnsdóttir 1, Randi Virgarsdóttir 1 og Jórunn Gudmundsen 1.
VB: Danijela Mistric 5, Rúna M. Jacobsen 5, Ingrida Kuodyte 5, Helga Kjærbo 4, Gurið K. Mortensen 3, Una Nolsøe 2 og Laila Eysturberg 1.
H71-Kyndil 11-34
H71: Maria Halsdóttir 6, Guðrið á Borg 2, Tórhalla Thorsteinsson 2 og Durita Toftum Joensen 1.
Kyndil: Turið Arge Samuelsen 9, Anna Brimnes 6, Gudrun R. Olsen 6, Bára K. Hansen 5, Ásleyg Súnadóttir 2, Bjarta Johansen 2, Irena Dam 2, Lea Djurhuus 1 og Súsanna Petersen 1.