VB vann málríkan dyst

VB hevur nú arbeitt seg upp á eitt triðja pláss í fremstu deild hjá kvinnum. VB var á vitjan á Skála. Dysturin var málríkur og javnur.

Javnur fram til seinasta fjórðingin, tá VB hevði hug at draga frá. Støðan í hálvleikinum var 16-16, men 18 minuttir inn í seinna hálvleik vóru gestirnir á odda við níggju málum. Hendan løtan gjørdist avgerandi fyri dystin.
StÍF vann annars móti Kyndli við einum rimmar seinna hálvleiki, men hesa ferð var tað í seinna hálvleiki, at tær mistu stevið.
Bára Berthelsen og Rebekka Justinussen gingu á odda fyri StÍF. Tær skutu ávíkavist 11 og 9 mál. Hjá VB vóru tað fleiri málskjúttar, sum skutu fleiri mál. Marijana Tvbojevic 9, Gurið Mortensen 8, Helga Eyðunsdóttir 7 og Rannvá Johannesen 5 gingu á odda.

StÍF – VB 32-37 (16-16)
StÍF: Bára Berthelsen 11, Rebekka Justinussen 9, Oddrún Danielsen 3, Birna Tummasardóttir 3, Fríðrún Danielsen 2, Erla Petersen 2, Paula Høgnesen 2
VB: Marijana Tvbojevic 9, Gurið Mortensen 8, Helga Eyðunsdóttir 7, Rannvá Johannesen 5, Bára Krosslá Mortensen 3, Tamara Radic 3, Rúna Midjord Jacobsen 1, Andrea Nielsen 1

Fremsta deild kvinnur:

1 Neistin 9 284 204 80 18
2 Kyndil 9 198 214 -16 9
3 VB 9 219 229 -10 7
4 VÍF/Tjaldur 7 172 178 -6 6
5 Stjørnan 8 178 191 -13 6
6 StÍF 8 195 230 -35 4