VB vann heimavøllin

VB-B36 3-1 (2-0):

Vágbingar fóru framum B36 við sigrinum sunnudagin, og tryggjaðu sær sostatt heimavøll sum besti tvey?arin í bólkaspælinum

Løgmanssteypið

Tað var plássið sum besti tvey?arin, sum stóð uppá spæl, tá B36 hóast verkfallið hevði lagt leiðina um Suðuroyarfjør at spæla seinasta dystin í bólkaspælinum. Fyrsta plássið hevði NSÍ longu ognað sær, tá Sumba ikki fekk mannað lið til dystin í Runavík, men sum støðan í bólkunum var, so var greitt, at besti tvey?arin skuldi finnast í bólki 1.

Bragdlig VB-byrjan
B63 hevði helst ætlað, at hesin dysturin skuldi vera at kalla týdningarleysur hjá teimum, men tapið fyri NSÍ á heimavølli hevði í so máta oyðiliagt spælið hjá teimum, og sunnudagin var rættiliga skjótt greitt, at tað skuldi gerast meira enn trupult hjá havnarliðnum at bjarga nøkrum við sær úr Vági.
VB var nevnliga greitt við yvirlutan størsta partin av fyrra hálvleiki, og teir fingu eisini best hugsandi byrjanina, tá Nenad Zivanovic brádliga gjørdist leysur, so hann kundi leggja heimaliðið framum.
Hetta fekk á ongan hátt VB at flyta fótin yvir á bremsuna, men hildu teir allan fyrra hálvleik á við ágangandi spæli móti B36-málinum. Fleiri møguleikar spurdust burturúr, men tað var ikki fyrr enn stutt fyri steðgin, at hetta gav úrslit. VB fekk fríspark uttan fyri B36 brotsteigin, og Marek Vierzbicki smekkaði til, uttan at B36 málverjin hevði nakran møguleika at verja fyri.

Trýstið gav ikki úrslit
B36 skuldi nú skora tvær ferðir, og uppgávan sá kanska ikki heilt ógjørlig út, tá John Petersen tíðliga í seinna hálvleiki var fyrstur á einum skrábólti frá Bárður Mortansson.
Hetta gjørdist startskotið til eitt langt trýst oman móti VB málinum. Úr Vági verður sagt, at spælið hendan seinna hálvleiki kanska ikki var av tí allarbesta. Heimaliðið legði í stóran mun dent á verjupartin, fyri síðani at dúva upp á møguleikan fyri mótálopum, og tí var talan als ikki um sama góða fótbóltsspæl, sum tað hevði verið fyrra umfarið.
Gestirnir vóru hinvegin greitt omaná í flestum lutum, men har var tó eitt undantak. Tað lág ikki eins væl fyri hjá teimum at skapa sær teir stóru málmøguleikarnar. Alt ov ofta vóru ráðini bara at senda langar bóltar inn í VB-brotsteigin, og har var Bjarni Johansen ella onkur av hjálparmonnum hansara í verjuni aloftast hægstur, soleiðis at vandin varð beindur burtur.
Hinvegin vóru vágbingar ofta vandamiklir, tá teir fóru í mótálop. Einar tvær ella tríggjar ferðir áttu teir eisini at avgjørt dystin, men einsamallir við B36-málverjanum megnaðu teir ikki at senda bóltin í kassan. Ikki fyrr enn væl inn í yvirtíðina hjá dómaranum eydnaðist heimaliðnum at seta alt uppá pláss. B36 vildi kanska vera við, at Nenad Zivanovic var rangstaddur, men flaggið kom ikki upp, og einsamallir við málverjanum eydnaðist tað hesa ferð hjá jugoslavanum at senda bóltin í meskarnar.

Vunnu heimavøllin
Við sigrinum syrgdu vágbingar fyri,a teir á stigatalvuni fóru fram um B36, og tað merkir, at teir í fjórðingsfinaluni koma at spæla á heimavølli.
Mótstøðan í hesum dystum er eisini nakað lættari á pappírinum, enn hon verður hjá B36, tí lítið er at ivast í, hvør er favorittur, tá EB/Streymur kemur vestur á Eiðið dýra biðjudag. Tá skal B36 royna seg »á útivølli« móti HB, og ivaleyst hevði árstalsfelagið helst vilja bíðað við júst hesum dystinum sum longst, og í so máta kunnu tapini í teimum báðum seinastu dystunum í bólkaspælinum væl vísa seg at gerast kostnaðarmikil.

Dysturin í tølum
VB-B36 3-1 (2-0)
1-0: Nenad Zivanovic
2-0: Marek Vierzbicki
2-1: John Petersen
3-1: Nenad Zivanovic