Fótbóltur
Tað stóð VB á øllum, tá óalmenna FM í innandurafótbólti var á skránni um vikuskiftið.
Hjá monnunum var VB sjálvandi millum favorittarnar, nú teir endiliga høvdu vunnið FM, og favorittleiklutin livdu teir eisini upp til við maner.
VB gjørdist nevnliga bæði framt og næstfremst hjá monnum, so hóast tað ikki eydnaðist at vinna kappingina um Løgmanssteypið í ár, so varð talan kortini um eina greipu til vágbingar.
Eisini hjá kvinnunum gekst væl hjá heimaliðnum, tó at tær ikki vóru somikið suverenar í hesum. Nøgdar munnu tær kortini vera, um at tað eydnaðist teimum at vinna bæði gull- og bronsukrónur.
Í kappingini vórðu eisini latin steyp til mest skorandi liðið og til mest skorandi leikararnar, og eisini her var tað VB, sum gjørdi um seg.
Mest skorandi leikararnir vóru úr VB, og gjørdust Mikal í Lágabo og Gurið Mortensen vinnarar av hesum steypum við 10 málum hvør. Mest skorandi liðini vóru eisini VB hjá báðum kynum.
Leikarar velja
Fastur táttur á innandurakappingini er eisini avdúkingin av ársins leikarum.
Hesi verða kosin av mótleikarum, og eru tað allir leikarar í fremstu deildunum, sum sleppa at atkvøða. Einasta treytin er, at atkvøðan ikki fer til ein liðfelaga.
Undir borðhaldinum leygarkvøldið vórðu nøvnini so avdúkað. Ársins leikari hjá monnum gjørdist leikandi VB-venjarin, Krzystof Popczynski, meðan Rannvá Andreassen úr KÍ gjørdist ársins leikari hjá kvinnum. Á málverjaplássunum gjørdust vinnararnir Tróndur Vatnhamar úr B36 og Annika Hansen úr HB.
Bæði kappingin og kjósanin av ársins leikarum, er annars nakað, sum flestu leikarar í landinum við spenningi síggja fram til. Umframt at tað verður kappast, er eisini sosiala samveran millum leikararnar í hásætinum, og ivaleyst er hetta eisini tiltrongt, eftir at hert kappingarár, har onkur illsinnisgleps ivaleyst eru fokin ígjøgnum luftina.
Og at kappingin er komin fyri at vera, men neyvan nakar ivi vera um. Fyrstu ferð hon varð skipað var í 1991, og var hetta sostatt 10. ferðin á rað, at vágbingar rundaðu fótbóltsárið av.