VB vann fyrstu kappininga

Hóast sumbingar stríddust manniliga, másttu teir lúta fyri grannunum úr Vági
Tað gjørdust VB, sum vann fyrstu Lions-cup kappingina í Suðuroy.

Hetta er ein kapping, sum Lions klubburin í Suðuroy skipar fyri ímillum tey fýra fótbóltsfeløgini í Suðuroy.
Innleiðandi dystirnir vóru í Hvalba fríggjakvøldið og har eydnaðist VB at spæla seg í finaluna við einum sannførandi 8-0 sigri á TB. Somuleiðis vunnu sumbingar sær finalupláss við einum teprum 4-3 sigri á Royn.
Finaludystirnir vóru í Vági leygardagin.
Dysturin um 3. plássið var sostatt ímillum TB og Royn og aftur hesuferð eydnaðist TB at vera omaná. Men aftur hesuferð var ógvuliga tepurt. TB vann 2-1, eftir javnleik 1-1 í hálvleikinum. Hallur Christiansen legði TB á odda í fyrra hálvleiki, men stutt eftir javnaði Birni Kjærbæk fyri Royn. Tað var ikki fyrrenn í allarsíðstu løtu, at tað eydnaðist sama Halli Christiansen at tryggja TB 3. plássið í kapppingini, tá ið hann skoraði til 2-1
Finalan ímillum VB og Sumba var ikki heilt so jøvn. VB hevði nógv tað mesta spælið, men sumbingar sýndu sannan stríðsvilja og tað var ikki fyrrenn í seinna hálvleiki, at VB fekk sett seg dystin og rættiliga slapp leyst av sumbingum.
Dysturin endaði 6-2 til VB eftir hálvleikstøðuna 3-2.
Fyri VB skutu Mindaugas og Símun Samuelsen hvør síni tvey mál og Jón Pauli Olsen og John Poulsen skutu hvør sítt. Málini hjá sumbingum skutu Norbert og Bergur Djurhuus.
Sostatt fingu vágbingar tað 80 sentimetra stóra ferðasteypið í varðveitslu í ár.
Í sambandi við tiltaki vóru eisini fleiri onnur tiltøk á skránni, eitt nú hoppiborgir, tombola og dansur. Umframt ítróttarligu avbjóðingina var endamálið við tiltakinum at savna pengar saman og allur peningurin, sum kom inn, verður latin til vælgerðandi endamál í Suðuroy.