Sunnudagin spældu VB og Stjørnan fyrstu finaluna í Sunset-kappingini. Dysturin varð spældur í Vági, og tað var heimaliðið, sum vann dystin.
VB var á odda 10-8 í hálvleikinum, og úrslitið gjørdist 20-16 til VB.
Næsta finalan verður spæld í Klaksvík leygardagin, og møgulig triðja finala verður eisini spæld í Klaksvík - tað verður longu dagin eftir. Verður talan um javnleik í næstu finaluni, er VB meistari. Vinnur Stjørnan tann dystin, verður neyðugt við eini triðju finalu.