Hondbóltur
Eftir at menninir í fótbóltskappingini gjørdu bart hetta kappingarárið, er tað nú líkt til, at hondbóltskvinnurnar í bygdini hava ætlanir um at gera teimum kynstri eftir.
At byrja við vildi kanska ikki rigga so væl hjá teimum, men sum grundspælið leið, gjørdust avrik teirra alt meira sannførandi, og tá seinasti dysturin í hesum varð vunnin móti Stjørnuni, mundi hondbóltsfepurin av álvara tendra.
Linligt á Giljanesi
Fyrstu dystirnir hjá VB í endaspælinum skuldu so spælast hetta vikuskiftið, og tað mundi vera við góðum treysti, at farið varð norður um fjørðin.
Fyrsti dysturin var á Giljanesi, har Sóljan stóð fyri skotum. Eftir ein heldur linligan fyrra hálvleik, har VB førdi 13-9, settu tær av álvara ferð á í seinna. Átta mál á rað beindu allan iva burtur, og hareftir var bert ein spurningur um at fáa tíðina at ganga. Endaliga úrslitið gjørdist ein tryggur 30-15 sigur.
Gjørdist trupult
Í Havn mundu VB kvinnurnar eisini ætla sær ein tryggan sigur, men tá tað kom til stykkis, skulu tær helst vera fegnar um, at tað yvirhøvu eydnaðist teimum at fáa tvey stig við sær úr dystinum.
Frá byrjan av góvu tær á heimaliðnum gestunum ein skarpan gang, og hóast VB fekk skapt sær eina leiðslu móti endanum av hálvleikinum, so fall Neisin ikki á nakran hátt á fátt.
Spakuliga stríddu tær seg inn aftur í dystin, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, høvdu tær á heimaliðnum vunnið seg framum gestirnar. Nú byrjaði nervakríggið av álvara, og bæði liðini góvu alt tað tey høvdu í sær, til tess at ogna sær sigurin.
Tað skuldi tó vísa seg, at tað, sum gjørdist heilt avgerandi fyri dystin, var at VB í størri mun megnaði at halda høvdið kalt, tá harðast leikaði á.
Neistin vann seg tvey mál fram um, men eftur hetta megnaði at skjóta fýra mál á rað, soleiðis at tær førdu við tveimum málum, tá hálvur annar minuttur var eftir at leika.
Fjøruti sekund seinni var munurin minkaður í eitt mál, og hóast VB nevyan hevði møguleika at nøla seinasta álopið heim, so fóru neistakvinnurnar út eftir mótstøðuliðnum. Úrslitið var, at VB kundi skora enn einaferð, og hóast Neistin innan fá sekund aftur hevði minkað í eitt mál, so skuldi VB nú bert hava 15 sekund at ganga síðstu løtuna.
Tað eydnaðist teimum eisini at vinna sær tríggja metra kast, og so var tíðin farin.
Tykist ov seint
Við sigrinum staðfesti VB støðu sína sum næst besta lið í landinum, og hóast Stjørnan helst eisini vil hava okkurt at siga í so máta, so er veruleikin tann, at trý stig skilja liðini á stigatalvuni.
Fyri Neistan mundi tað kennast sum seinasta farvæl til møguleikan fyri heiðursmerkjum, men hinvegin hava tær einki at skammast av í avrikinum sunnudagin. Stríðsviljin var á hædd við tann, sum so ofta fyrr hevur eyðmerkt liðið, og megna tær at halda hesum uppi, fara tær at kalla við vissu at órógva onnur av ovaru støddu liðunum.
Neyvan verður talan um heiðursmerki. Til tess hava tær helst mist ov nógv longu nú, men hinvegin, so var hetta eisini fatanin millum manna, tá kappingin í fjør var hálvrunnin, so møguliga er tað kortini ov tíðliga at avskriva tær.
Dystirnir í tølum
Sóljan-VB 15-30 (9-13)
Eingin dómaraseðil komin
Neistin-VB 23-24 (11-13)
málskjúttar:
Neistin: Annika Thomsen 14(3), Súna Mørk 5, Susan Brockie 3, Bjørg Patursson 2, Katrin á Neystabø 2, Birita Wardum 2
VB: Regina Radó 9(4), Andrea Lütz 6, Christina Holm 4, Gurið Mortensen 2, Sólrun Krosslá 2, Mary Krosslá 1
Brotskøst: Neistin 3, VB 4
Útvísingar: Neistin 4, VB 1
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hannis Wardum