Hilmar Jan Hansen
Dramatikkur var í dystinum til tað síðsta, og í roynd og veru peikaði tað mesta á, at talan skuldi gerast um ein heimasigur til VÍF, sum var á odda við trimum málum, tá bara góðir fimm minuttir vóru eftir. Hevði VÍF vunnið, hevði VB eisini teoretiskt mist møguleikan fyri eini finalu.
Tvørturímóti gjørdist tað til ein spennandi enda á dystinum, har VB kom afturíaftur og enntá fekk hálað seg framum. Tá tveir minuttir vóru eftir, megnaði VB at koma upp á 24-24 og í hesum góða endaspurtinum fingu vágskvinnur enntá eitt mál aftrat, so tær vunnu 25-24.
Hóast sigurin var kærkomin hjá VB og tapið argandi fyri VÍF, ið stóð seg væl, kann staðfestast, at vestmannakvinnur hava havt ein góðan vetur, ið kann enda við einum fimta plássi. Somleiðis hevur VB staðið seg væl, hóast nógv bendir á, at tað akkurát ikki fer at røkka til FM-finalur, nú tað allarseinasta av kappingini skal avgreiðast.
VÍF: Simona Iacob 7, Agnas Olsen 6, Liljan Djurhuus 4, Tóra Seloy 4, Linda Davidsen 3
VB: Laila Jespersen 6, Helga E. Kjærbo 5, Guðrið K. Mortensen 5, Rannvá Johannessen 4, Natasha Ivanovski 3, Andrea Nielsen 2
hilmarjan@sosialurin.fo