VB tvífaldaði stigatalið

Eftir sigurin á B36 leygardagin, eru vágbingar við at fáa fatur á hinum liðunum í aðru deild

Leygardagin hittust VB og B36 í útsettum dysti á Eiðinum í Vági. Dysturin skuldi eftir ætlan verður spældur í fimta umfari, men vegna verkfall, bleiv dysturin av ongum. Útsetta dystin vann VB við einum máli ímóti ongum, og hetta var eisini hálvleiksstøðan. Dysturin var ikki serliga vælleiktur, har bæði liðini høvdu torført við at fáa tað flótandi spælið at koyra.

Javnur fyrri hálvleikur
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, við fáum royndum á málini. Einasta málið í dystinum fall longu eftir sjey minuttir, tá tað eydnaðist Dan Djurhuus at fáa bóltin framvið B36-málverjan. Eftir at VB-leikari brýtur ígjøgnum í høgru, er Dan Djurhuus fyrstur á bóltinum, og kundi leggja VB á odda. Eftir málið, royndi B36 at trýsta VB-liðið og tveir stórir møguleikar spurdust burturúr. Báðu ferðirnar vóru B36 leikarar púra leysir við VB-málverjanum, men misnýttu. B36 trýstið gav eisini vágbingum møguleikar í hinum endanum, og høvdu teir verið eitt sindur hepnari, kundu teir økt um leiðsluna.

Í seinna hálvleiki byrjaði VB betri, og høvdu eisini nakrar royndir á B36 málið. Ta einu ferðina var Kári á Lágabø rættiliga nær við, men royndin hjá honum var ikki nóg neyv, og bólturin fór framvið málinum.

Sum hálvleikurin fráleið, flutti spælið seg meira og meira oman á VB-hálvuna. B36 strongdi á at fáa útjavnandi málið, men teir komu aldrin fram til teir heilt stóru málmøguleikarnir. Nærmasta B36 kom til eitt mál, var tá Helgi Justinussen skallaði á tvørstongina. Helgi Jacobsen hevði eisini eina roynd seint í dystinum, men hepnið var ikki við havnarmonnum, og royndin fór framvið Finnboga Olsen í VB-málinum.

Seinastu løtuna leikaði hart á frammanfyri VB-málið, men vágbingar stóðu mannsterkir, og kunnu nú fegnast um at stigartalið er tvífalda. Fyri B36 var ósigurin ein dyggur smeitur, tí við einum sigri, høvdu havnarmennirnir komið heilt fram í oddin í aðru deild.


VB-B36 1-0 (1-0)
1-0 Dan Djurhuus