Kvinnuliðini hjá StÍF og VB dystaðust á Skála í dag.
Undan dystinum var VB greiður favorittur, men tað løgdu tær á heimaliðnum líka í. Allan vegin ígjøgnum var talan um sera tætta uppgerð, og í steðginum var StÍF eisini á odda.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tó VB at toga seg framum, og tær megnaðu at halda leiðsluni fram til seinasta bríksl.
Við sigrinum togaði VB seg upp á 16 stig, og enn sum áður eru tær nummar fýra. StÍF hevur sjey stig á fimta plássinum.
StÍF-VB 30-32 (17-15)