Tað eru altíð ár, har okkurt liðið hampuliga óvæntað stingur seg fram millum tey bestu. Í ár tykist tað vera Søljan, sum hevur átikið sær hendan leiklutin. Felagið hevur hoyrt til í tyngra endanum av kappingini øll árini, síðani tær aftur vunnu seg upp í fremstu deildina, men hetta tykist vera av nú.
Høvdu takið
Og uppskriftin er sum so hampuliga einføld. Tríggir sterkir útlendingar gera í øllum førum góðan mun, og hartil hava lokalu leikararnir eisini ment seg heilt nógv. Ikki minst undirstrikað av landsliðsúttøkuni hjá Heidi Mariu Akselsen.
At sjálvsálitið eisini er uppgangandi, tykist heldur ikki nakar sum helst ivi vera um. Frá fyrsta bríksli leygardagin legði Søljan harðliga fyri. Tó at VB stóran part av tíðini sá út til at hava munin, so megnaði Søljan alla tíðina at halda fast, soleiðis at leiðslan ikki gjørdist serliga stór. Og seinasta korterið undan steðginum fór Kristina Griksaite av álvara at vísa, hví hon verður roknað sum ein tann besti málverjin í landinum. Hvussu VB so royndi, so tóktist tað mest sum ógjørligt at fáa bóltin framvið málverjanum, og við trimum málum dygst undan steðginum slapp Søljan eisini framum.
Ikki nóg kaldar
Og so kókaði høllin av álvara. Nýfingna heitið sum oddalið hevur drigið hópin av áskoðarum til høllina á Giljanesi, og hesi royndu alt tað tey vóru ment at koyra undir liðið seinasta hálva tíman.
Og leingi sá hetta eisini út til at hepnast. Søljan hevði fyri tað mesta munin, og tá VB so eisini misti Rannvá Augustinussen, eftir at hendan hevði tikið í armin á leysum mótleikara, tóktist seinasti trumfurin eisini at vera follin Søljuni í lut.
Við einum leikara í undirtali eydnaðist tó VB at vinna seg enn nærri vertunum, og sama søgan endurtók seg lítla løtu seinni, tá VB aftur var í undirtali. Tað tóktist, sum var óvanda støðan eitt sindur meira, enn nervarnir hjá Søljuni toldu, og móti dystarenda setti VB av álvara trumf á. Asta í málinum tóktist bara nokta Søljuni at skora, og við fimm málum á rað í eins nógvar minuttir staðfesti VB, at tað ræður um at standa seg væl til røttu tíðina. Tað kynstrið megnaði Søljan so ikki leygardagin, men tað er einki at ivast í, at hetta fer at koma við royndunu, sum liðið fær hvønn tann einasta dyst. Hvørt tað so eisini fer at verða nóg mikið komandi vikuskifti, tá Stjørnan vitjar, er ein annar spurningur.
Og í Vági hava tey helst einki ímóti, at Søljan vinnur tannn dystin. VB er helst liðið, sum tey flestu síggja sum størstu avbjóðararnar hjá Stjørnuni í ár, og tó at klaksvíkskvinnurnar vunnu fyrstu innanhýsis uppgerðina, so var munurin so lítil, sum til ber.
VB skal tá sjálvt inn á Skála at vitja, og tó at eingin sigur kemur av sær sjálvum, so er einki at ivast í, at tær eru risa favorittar til tann dystin.
Fakta um dystin
Søljan-VB 25-28 (13-12)
Málskjúttar
Søljan: Lina Andriulyte 7, Arnleyg Haraldsen 6(2), Nicoleta Radu Hansen 5, Heidi Maria Akselsen 4, Heidi Haraldsen 2, Jana Jacobsen 1
VB: Daiva Toumaite 13(5), Aukse Vysniaskaite 5, Arnleyð Hjelm 4, Rannvá Augustinussen 2, Laila Jespersen 2, Kristina Holm 2
Brotskøst: Søljan 2, VB 7
Útvísingar: Søljan 2, VB 3
Diskvalifikatión: VB 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen.