VB ætlar sær sigurin

Skála hevur tvey leikbann, men vóna kortini at fáa onkra úrtøku í dystinum ímóti VB.

Vágbingar fáa vitjan av Skála á Eiðinum sunnudagin. Vágbingar hava eftir eina stak óhepna byrjan á kappingarárið, fingið eitt sindur av vindi seglini, og úrslitini eru batnaði. Sunndagin fáa teir so møguleikan at økja um stigatalið ,tá botnliðið av Skála kemur á vitjan.

Skálamenn berjist fyri lívinum í fyrstu deild, og bíða framvegis eftir at vend skal koma í. Teir hava verið nær við fleiri ferðir, men enn hava teir fyrsta sigurin til góðar í 1.deild.

Zivkovic framvegis skaddur
Jugoslaviski verjuspælarin hjá VB, Predrag Zivkovic, er framvegis skaddur, og hann verður heldur ikki við í vikuskiftinum.

Tá VB gjørdist Føroyameistari í 2000, varð Predrag Zivkovic mettur at vera besti verjuleikari í landinum, men hann hevur so at siga ikki leikt í ár, og enn røkist onki fyri at hann gerst klárur.

Pólski framherjin, Robert Cieslewicz, er eisini ivasamur undan dystinum, men vágbingar vóna at gerst klárur.

Úr Vági verður sagt, at kravið má vera ein sigur, tá eitt botnlið kemur á vitjan, men vænta tó ein torføran dyst, serliga nú Skála stríðist fyri niðurflyting.

Tvey leikbann
Hjá Skála eru Kári Nielsen og Gigi leikbannaðir, og tí verða teir ikki víð ímóti VB. Annars hevur Danial Hansen framvegis ein smáskaða at dragast við, men av Skála vænta tey við vissu, at hann gert klárur.

Annars verður sagt av Skála, at tað altíð er torført at spæla í Vági, men at skálamenn fara at royna at fáa sum frægast burturúr.

Venjarin hjá Skála, Mathias Davidsen sigur seg slettis ikki hava mist vónina um ein framhaldandi sess í 1.deild, tí, sum hann sjálvur sigur, so eru seks dystir eftir, og alt kann henda.

Mathias vísir eisini á, at tað er strævið at liggja í botninum eitt heilt kappingarár, men onki annað er at gera, enn geva sítt ítarsta hvønn dyst, og so má man bara fáa at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Mathias Davidsen at enda.