Sunnukvøldið varð Dronninglund Cup 2023 sett og millum tey 220 liðini eru 6 lið úr VB.
Tilsamans eru tað fleiri enn 50 leikarar og venjarar og liðleiðarar úr VB til Dronninglund Cup í ár.
Sunnukvøldið var stórt setanartiltak har øll liðini savnaðust á leikvøllinum á Dronninglund stadion. Sjálv kappingin byrjaði mánamorgun og verða innleiðandi umførini mánadagin og týsdagin. Mikudagin og hósdagin verða so finaluumførini.
Hetta skrivar www.sudurras.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.











