Aftur hetta vikuskiftið órógvaði veðrið fótbóltsdyst á Eiðinum í Vági. Hesa ferð var tað dysturin millum aðrudeildarliðini hjá VB og TB, sum ikki kundi avgreiðast.
Eftir hvat skilst, so var ongan tíð hugsingur um at spæla undir givnu umstøðunum, og ístaðin gjørdu liðini av at bíða við dystinum.
Enn er ikki endaliga ásett, nær nýggjur dystur skal spælast, men tá talan er um tvey suðuroyðarlið, so verður neyvan nakar trupulleiki at avgreiða dystin einaferð í vikuni.









