VB/TB er føroyameistari hjá dreingjum

Samanlagda drengjaliðið í Suðuroy tryggjaði sær leygardagin føroymeistaraheitið. VB/TB vann sín dyst, og tá nærmasti kappingarneytin tapti, var FM-heitið vissað
VB/TB spældi í næstseinasta umfarinum á heimavølli ímóti KÍ, og tað gjørdist til tryggan 6-1 sigur til VB/TB.
Samastundis kláraði næsti kappingarneytin hjá VB/TB ikki at vinna sín dyst. NSÍ spældi ímóti B36, og B36 vann 4-1.
Harvið er tað vist, at VB/TB hevur vunnið FM í dreingjadeildini, hóast eitt umfar er eftir at spæla.