2. deild
Dysturin varð settur til 12.45, og tað førdi við sær, at sandingar skuldu beinleiðis inn á vøllin at spæla, tá teir komu við Smyril.
Ikki klárir
Og at teir ikki vóru heilt klárir tá dysturin byrjaði, sást týðuliga. Tí vágbingar byrjaðu dystin best, og fyrstu 20 minuttirnar høvdu teir málmøguleikar, sum væl kundu givið bæði eitt og tvey mál. Serliga var tað Birgir Jørgensen, sum var óheppin í royndunum hesa løtuna.
So hvørt sum sandingar gjørdist heitir, komu teir eisini meiri við og móti endanum av fyrra hálvleiki, vóru tað teir sum vóru omaná.
Tá 7 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kom B71 á odda. Ein bólturi var sendur væl innfyri úr høgru síðu, og har setti Jónsvein Thomsen høvdið á, so bólturin fór í mál.
Hetta var einasta málið í fyrra hálvleiki, og sum seinna helvt av fyrra hálvleiki hevði verið, var tað uppiborið at B71 var á odda.
Avgerðin
Í seinna hálvleiki helt B71 fram við at koyra á VB. Tá eitt korter var farið, komu sandingar framum 2-0, eftir at verjan hjá VB var alt ov sein at fáa bóltin sparkaðan burtur. Eisini hetta málið skoraði Jónsvein Thomsen.
Nú trekti B71 seg aftur á vøllin, og sjálvt um VB fekk væl meiri spæl, so høvdu teir ikki nógvar møguleikar at koma aftur í dystin.
Tá so tíðin var við at renna út, fekk Símin Hansen sett punktum fyri einum tryggum sigri til sandingar. Ein bóltur varð sendur úr vinstru síðu, og har kann Símin seta høvdið á til endaliga úrslitið 3-0 til B71.
Sostatt mugu vágbingar bíða eina viku aftrat, fyri at finna út av um teir fáa fleiri enn tey trý stigini áðrenn summarsteðgin. Tá verður útsetti dysturin móti B36 leiktur í Vági.
Sandingar fingu við sigrinum trý kærkomin stig, og kunnu framvegis blanda seg í oddin í tí tøttu 2. deild.
Dysturin í tølum:
VB-B71 0-3(0-1)
0-1: Jónsvein Thomsen
0-2: Jónsvein Thomsen
0-3: Símin Hansen