Fótbóltur
Jón Pauli Olsen hjá VB hevur boðað frá, at hann ætlar sær ikki at spæla í 1. deild komandi ár. Onkur annar VB spælari hevur tosað um hetta sama, men nú fáa vit at síggja. Uttan mun til hvussu hugburðurin verður, tá januar mánaði verður hálvur, so ber til at sláa fast, at vágbingar sunnudagin søgdu farvæl við heimaáskoðararnar á hesum sinni við maner.
KÍ hevði ikki tapt í tólv dystum á rað, tá teir komu til Vágs at stríðast fyri at varðveita FM møguleikan. Men so steðgaði VB teimum.
Vágbingar høvdu lotið undan í 1. hálvleiki. Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, Bjarni Johansen og Meinhardt Joensen høvdu ikki so nógv at takast við, og tað vórðu ikki skorað mál.
Eftir steðgin kom vend í. Alt tóktist ganga, sum tað kundi roknast við, tá KÍ kom á odda. Atli Danielsen, sum var ytstur í høgru av teimum fýra í aftastu KÍ ketuni, legði diagonalbólt inn um VB verjuna, Slobodan Madzar var ikki nóg ansin, Heðin á Lakjuni fekk tak á, smekkaði úr spískum ímóti málinum, og Bjarni Johansen megnaði ikki meiri enn at sláa bóltin í stólpan, og so var KÍ frammanfyri.
Á Svangaskarði næstsíðsta sunnudag tóktist tað, sum um VB eftir steðgin var farið púrasta í vetrarfrí. Tað vóru vágbingar ikki á heimavøllinum sunnudagin. Teir smoygdu seg í stríðshamin, og tað eydnaðist teimum at skora tvey mál og harvið at vinna øll stigini.
Jón Pauli væl við
Marek hevði ímóti gomlu liðfeløgunum í KÍ sett Palla Augustinussen við síðuna av sær sjálvum á sentrala miðvøllinum. Mortan úr Hørg var ytstur í høgru, og í fremstu røð vóru Jón Pauli Olsen og so Robert Cieslewicz. Pólverjin spældi ikki nakað serligt fyrsta mánaðin eftir summarsteðgin. Tað var orsaka av heilsuávum. Síðani er Robert so spakuliga komin fyri seg. Hann hevur vant eitt sindur og spælt á 2. deildarliðnum, og sunnudagin var hann fyri fyrstu ferð aftur á besta liðnum.
Jón Pauli Olsen var við í bæði útjavnandi málinum, og tá VB skoraði sigursmálið. Í fyrra førinum varð frísparksbóltur lyftur fram í høgru. Jón Pauli Olsen fekk tak á, og hóast tveir verjuspælarar vóru kring hann, so eydnaðist honum at leggja innfyri. Bólturin fór ímillum beinini á KÍ verjuspælara, og Robert Cieslewicz var rættuliga leysur, tá hann skoraði.
Mortan úr Hørg skoraði sigursmálið. Jón Pauli Olsen legði upp á tvørs, og við nógvari ferð og ikki serliga stórum skotvinkli megnaði Mortan úr Hørg at senda millum beinini á málverjanum, og so var VB á odda.
Skiftingarnar hjálptu ikki
Í fleiri av undanfarnu dystunum hevur tað koppað KÍ til fyrimunar, tá Kurt Mørkøre hevur skift fólk. Aftur hesa ferð vórðu útskiftingarnar tríggjar, men tað hepnaðist ikki. Harley Bertholdsen kom fyrst inn fyri Bjarta Vattelstad, sum aftur hevði fingið annað plássið í álopinum. So loysti Erling Fles Allan Mørkøre av, og síðstu løtuna var Kurt Mørkøre á vøllinum. Hann kom inn fyri vongverjan í vinstru Rúna Elttør. Tá spenti KÍ álopsbogan. Teir høvdu síðstu løtuna Alexander Djordjevic í álopinum, men Bjarni Johansen var tættur sum fløskan.
Vágbingar røkka ikki heiðursmerkjum, og teir flyta ikki niður. KÍ hevur framvegis silvurmerkini at stríðast fyri. Teir fara leygardagin sjálvir at vera við til at gera av, um krónurnar skulu verða úr silvuri ella bronsu.
Dysturin í tølum
VB-KÍ 2-1 (0-0)
0-1: Heðin á Lakjuni 50
1-1: Robert Cieslewicz 55
2-1: Mortan úr Hørg 82
Dómari: Oddmar Andreasen
VB: Bjarni Johansen ? Slobodan Madzar, Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Mortan úr Hørg, Palli Augustinussen, Marek Vierzbizcki, Nenad Zivanovic ? Robert Cieslewicz, Jón Pauli Olsen
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Alexander Djordjevic, Símun Joensen, Rúni Elttør ? Allan Mørkøre, Hjalgrím Elttør, Allan Joensen, Jan Joensen ? Bjarti Vettelstad, Heðin á Lakjuni