Fótbóltur
Tað var sjón fyri søgn, at byrðurin hevur verið TB til vildar seinastu vikurnar. Móti einum VB-liði, sum fyri tað nógva var merkt av tungu gongdini, sum liðið hevur verið í, søkti TB frá fyrsta bríksli á VB-málið, og einar tvær ferðirnar mundu tey flestu eisini síggja bóltin í meskunum. Men fyrru ferðina varð skotið við síðuna, og seinnu ferðina varð nølað ov leingi, og so spurdist einki burturúr.
Tað gav spakuliga VB møguleikan at koma aftur í dystin, og tó at teir ikki fingu spælt seg til nakra yvirvág, so gekk tað nú meira javnt fyri seg. Tað var kanska TB, sum framvegis trýsti meira, men talan gjørdist ikki longur um teir heilt stóru møguleikarnar.
Vøkur langskot avgjørdu
Eftir steðgin royndu vágbingar at trýsta eina løtu, og talan gjørdist eisini um einstakar vandastøður. Men tá málið kom, so var tað meira eitt úrslit av flottum skot-teknikki, heldur enn góðum spæli.
Vágbingar spældu seg spakuliga niðaneftir, og tá bólturin varð sendir til Mortan úr Hørg, smekkaði hann til fyrstu ferð. Og í mun til landsdystin móti Kypros, so smoygdi bólturin sær hesa ferð røttu megin samankomingina, og so var fagnaðurin øgiligur. Ikki minst kring vøllin, sum mundi leggja rygg til eina tí størstu áskoðarafjøldina í langa tíð á Sevmýri.
TB royndi at trýsta seinastu løtuna. Og Óli Johannesen varð eisini sendir niðan móti endanum. Og so gekk tað, sum tað so ofta ger, tá nógv fólk verður tveitt fram. Vágbingar spældu seg til einstakar kontra-møguleikar, men enn einaferð skuldi eitt vakurt skot til, áðrenn úrslit spurdist burturúr. Hesa ferð var tað Dánjal Johan Joensen, sum langaði til. Fjarstøðan var kanska ikki heilt so stór, sum hon var tað hjá Mortani, men úrslitið var neyvt tað sama. 2-0 til VB, sum nú av álvara kendi lættan, sum teir ikki hava kent í fleiri mánaðir. Enn er kanska ikki sloppið, men tað skal skjótt vilja heilt illa til, um tilveran í deildini skal hóttast. Og sjálvir hava vágbingarnir so eisini møguleika at seta tingini upp á pláss, tá EB/Streymur vitjar í seinasta umfarinum.
Ein møguleiki eftir
Hjá TB var talan hinvegin um eitt bakkast av teimum stóru. Liðið hevði annars vunnið seg upp úr botninum við fínum avrikum móti GÍ og Skála, men eina løtu mundi tað kennast, sum varð hetta arbeiðið gjørt til einkis við tapinum sunnudagin.
Hinvegin, so merkja teir báðir fyrrnevndu sigrarnir, at TB enn hevur møguleikan. Vil væl til, so er bara ein javnleikur í seinasta dystinum í Fuglafirði til at liva við hjá TB, sum tá kemur ájavnt GÍ stigum. Og í innanhýsis uppgerðum eru tvøramenn betri fyri enn teir gulu úr Gøtu, sum tá fara at spæla á Skála, har heimaliðið enn hevur FM-møguleikan at spæla fyri.