Hondbóltur
Eftir trygga sigurin hjá VB í fyrra bronsudystinum var ivamálið um bronsuna ikki tað stóra. Tað merkti eisini dystin nakað, at liðini ikki høvdu hug at skrúva intensitetin alt ov nógv upp, og fyrstu longu løtuna gekk eisini rættilgia javnt á.
Seinastu løtuna undan steðginum fekk VB tó av álvara ferð á, og munurin, sum tá íkom, gjørdist eisini avgerandi fyri seinnu uppgerðina.
Sum ikki einaferð, so staðfesti Daiva Toumaite óhugnaliga týdningin, sum hon hevur fyri VB-liðið. Hesa ferð skeyt langlimaði litavin 16 av málunum hjá VB, og undirstrikaði hon soleiðis enn einaferð, at tað fyrst og fremst er hon, sum hevur meistarunum á á eini hampuliga beinari kós hetta kappingarárið.
Fakta um dystin
Kyndil-VB 26-32 (10-16)
(VB bronsuvinnari við samanlagt 62-48)
Málskjúttar
Kyndil: Jórun Ludvig 7(3), Linda Weihe 5, Súsanna Petersen 4, Lina Adriulyte 3, Barbara Egilstrøð 2, Aja Heinadóttir 2, Randi S. Wardum 2, Hildur Høghamar 1
VB: Daiva Toumaite 16(6), Svava Vestergaard 5, Gurið Mortensen 4, Christina Holm 4, Margreth Augustinussen 2, Annika Thomsen 1
Brotskøst: Kyndil 6, VB 6
Útvísingar: Kyndil 3, VB 3
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen