Tað var stuttligt og veitslukent í mong ár, tá innandurakappingin hjá VB setti eitt virðiligt punktum fyri kappingarárið í fótbólti. Av ymsum orsøkum datt tiltakið niðurfyri, men roynt verður nú at blása lív í aftur, og ætlandi verður innandurakapping um hálvan november.
Feløgini frætta um hetta í næstum, frættist frá VB/Sumba, ið vónar, at undirtøkan verður eins góð, og hon plagdi at vera.
Leikarar komu vanliga fríggjakvøld til Vágs. Síðani var gisting og annað fingin í rættlag, og so var dansur á skránni. Leygardagurin gekk við fótbóltskapping og á kvøldi var stór veitsla, har bestu leikarar, málskjúttar og málmenn vórðu heiðraðir. Og so var dansur á skránni. Sunnudagin vóru finalurnar á skránni.
Miðlarnir fylgdu vanliga eisini væl við kappingini.
Fyrireikararnir ætla at skipa komandi innandurakapping eftir sama leisti, og vinnandi lið fær gávukort. Teir vóna eisini, at luttøkan verður góð, tí fótbóltur og samvera gingu í hægri eind, tá leikarar soleiðis hittust til leik og veitslu í nakrar dagar, og var serstakur dámur yvir hesum.
Endaligt dato er enn ikki ásett, men hetta frætta feløgini um í næstum, frættist frá VB/Sumba.