VB/Sumba raknað við

Klaksvíkingar fingu einki vi sær, tá teir í dag vitjaðu í Vági.

Vertirnir høvdu trý stig í kvittanini, soleiðis at teir kundu halda fast í vónini um at bjarga sær í deildini, og tann vónin livir enn.

Einasat málið í dystinum fekk Jón K. Poulsen, tá lítið korter var eftir at spæla, og so var fagnaðurin á heimaliðnum øgiligur.

VB/Sumba hevur við hesum sjey stig. KÍ er beint oman fyri niðurflytingarstrikuna við 13 stigum.