VB/Sumba hevur leingi ligið á markinum fyri at flyta niður, og í dag fall hamarin. Eftir eitt 2-3 tap fyri B71 á heimavølli í dag, hevur felagsliðið úr Suðuroy ongan møguleika at røkka yvirlivingini í Formuladeildini.
Tað byrjaði annars væl hjá VB/Sumba, sum legði seg á odda tíðliga í dystinum. B71 hevði tó skilabesta spælið restina av dystinum, og kundi rættiliga trygt koyra sigurin í hús.
VB/Sumba fekk pyntandi málið til 2-3 tveir minuttir fyri leiklok.
VB/Sumba - B71 2-3 (1-3)
1-0, Suni úr Hørg
1-1, Magnus Olsen
1-2, Rasmus F. Nielsen
1-3, Clayton Soares (br.)
2-3, Marco Moravcic