Tað eydnaðist ikki at bøta um uppmøtingina hjá niðastu liðunum í deildini, og tey verða tí tvangsflutt niður í 3. deild
Hetta hevur Kappingarnevndin hjá FSF gjørt av á fundi, sum varð hildin mánadagin.
Hetta ber við sær, at allir dystir - herundir mál og stig - sum VB/Sumba og Royn hava verið partur av í ár, verða strikaðir. Hartil eru tey bæði seinastu umførini í 1. deild framskundað, og verður nú spælt soleiðis:
Sunnudagin 8. oktober:
KÍ-LÍF
HB-SÌ
AB-FSV
Leygardagin 14. oktober:
FSV04-KÍ
SÍ-AB
LÍF-B71