VB/Sumba og B71 flyta upp

Við hvør sínum sigri tryggjaðu VB/Sumba og B71 sær leygardagin, at tey verða nýggju liðini í Vodafonedeildini komandi ár. Enn er framvegis púra opið, hvør fer niður saman við MB, tí har eru ikki færri enn trý lið um boðið

FÓTBÓLTUR

 

Hóast eitt umfar framvegis er eftir, so varð leygardagin endaliga greitt, hvørji tvey lið flyta úr 1. deild og upp í Vodafonedeildina komandi ár. Bæði VB/Sumba og B71 vunnu, samstundis sum TB tapti, og so var greitt, at bara tvey lið vóru eftir heilt har frammi. Nú stendur bara eftir at vita, hvat av teimum báðum vinnur gullið og hvat má taka til takkar við silvurinum.

Tað var annars í farnu viku líkt til, at TB av álvara ætlaði at melda seg inn í kappingina um at flyta upp, tá í Vági eydnaðist at basa VB/Sumba. Men meiri enn tað rakk tað ikki til, og tí er TB nú bara eftir í kappingini um bronsuna, eitt stig aftan fyri HB, ið ikki kann flyta upp.

At uppflytingin nú endaliga er avgreidd, merkir samstundis, at tey í Vági og á Sandi komandi kappingarár kunnu gleða seg til dystir í bestu mansdeildini. Í hesum umfarinum hevur B71 bara verið niðri og vent hetta kappingarárið, meðan tað VB/Sumba hevur havt ein steðg frá toppfótbóltinum í tvey ár.

 

Málríkt á Toftum

Dysturin leygardagin hjá VB/Sumba, sum var á heimavølli, átti annars at verið ein av teimum lættaru, tí mótstøðuliðið var MB, ið bara hevur átta stig og langt síðani er farið niður. Men kortini eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa hol á, fyrr enn nakrir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. So gekk eisini slag í slag, og tá avtornaði, hevði VB/Sumba vunnið ein tryggan 4-0 sigur.

Heilt so trivaligur var sigurin hjá B71 ikki, tá sandoyingar vóru í Gundadali og vitjaðu HB. Tó fekk B71 eina ynskibyrjan við máli longu í øðrum minutti, og allan fyrra hálvleik, meðan tað enn var spælandi, vóru gestirnir eisini við yvirlutan. Í seinna hálvleiki versnaði veðrið og spælið tilsvarandi, so einki mál kom aftrat í dystinum, sum B71 vann 1-0.

Ólíka málríkari var dysturin á Toftum, har Víkingur var og vitjaði B68, tí ikki færri enn átta mál. Í fyrra hálvleiki fingu liðini tvey í part, men fyrsta korterið av seinna hálvleiki gjørdi Víkingur bart, skoraði trý mál og vann til síðst 5-3. Sigurin kundi verið enn størri, tí eitt nú brendi Víkingur brotsspark, tá støðan enn var 0-0.

 

Botnspenningur

Tey bæði eysturoyarliðini, sum møttust á Svangaskarði, hava tað til felags, at tey eru bjargað frá niðurflytingarvanda, men øðrvísi er hjá hinum báðum, NSÍ og Skála, sum spældu í Runavík. Har kom einki mál fyri steðgin, men í seinna hálvleiki skoraði Skála tvær ferðir, umframt at málverjin hjá NSÍ eftir tað fekk reyða kortið í sambandi við eitt brotsspark, sum Skála enntá brendi.

Triði niðurflytingarkandidaturin er FC Hoyvík, sum nokk so óvæntað fekk ein sigur í land ímóti TB, ið harvið misti sín uppflytingarmøguleika. Einsamalli málskjúttin hjá hoyvíkingum var enntá ein vágbingur, men annars var einki at siga til sigurin, ið var so mikið sannførandi, at FC Hoyvík var nærri at økja, enn TB var at javna.

Sum sagt, er bert tað eina umfarið eftir, og á pappírinum hevur FC Hoyvík helst besta møguleikan at yvirliva, tí liðið skal til Miðvágs. Ólíka torførari er hjá NSÍ og Skála, sum skulu møta ávikavist B71 úti og VB/Sumba heima. Hinir dystirnir í seinasta umfarinum eru TB-B68 og Víkingur-HB.