VB/Sumba kann avgera

Hóast kapprenningin í oddinum er hørð, so kann VB/Sumba um vikuskiftið skapað sær best hugsandi fortreytirnar fyri uppflyting til Formula-deildina.

Fótbóltur

 

VB/Sumba, sum leygardagin spælir á Sevmýri, er í løtuni fýra stig framman fyri AB. Skal støði takast í dystunum, sum higar til eru spælir í ár, so hevur VB/Sumba á tí so væl kenda pappírinum bert tveir truplar dystir eftir. Nevnliga tann leygardagin og so heimadystin móti 07 Vestur. Teir báðar seinastu dystirnar spælir VB/Sumba á útivølli móti Víkingi og heima móti EB/Streymi, og alt annað líka eiga hetta at vera dystir, har oddaliðið fær fulla úrtøku. Ein sigur leygardagin ber tí við sær, at VB/Sumba næstan hevur ráð at tapa heimadystin móti 07 Vestri, tó at eingin sum helst ivi man vera um, at teir eisini í hesum dystinum vilja prógva, hvussu sterkur heimavøllurin vesturi á Eiðinum er.

Samstundis trýst 07 Vestur og AB tó á fyri at halda lív í sínum Formula-vónum. 07 Vestur spælir heima móti Víkingi, og AB spælir somuleiðis heima ímóti NSÍ. Í botninum skal EB/Streymur hava trý stig frá KÍ, um teir skulu hava møguleika at bjarga sær, og á Svangaskarði skal B68 helst hava nakað burtur úr sínum dysti móti HB.