VB/Sumba kærir HB

VB/Sumba var um vikuskiftið í Gundadali, har næstbesta liðið hjá HB bíðaði teimum. Við á liðnum hjá teimum reyðu og svørtu var Hendrik Rubeksen, sum hevur roynst væl á besta liðnum hjá høvuðsstaðarfelagnum í hesum kappingarárinum.

VB/Sumba hevur nú kært til Fótbóltssambandið, tí lógirnar siga, at ein leikari ikki hevur loyvið at spæla í tveimum deildum sama vikuskiftið. Hetta skrivar heimasíða felagsins.

Hendrik Rubeksen var á vøllinum í samfullar 90 minuttir, tá HB seinasta týskvøld leikti málleysan javnleik móti Víkingi. Tískil hevði Rubeksen - sambært VB/Sumba - ikki loyvið at spæla við næstbesta liðnum leygardagin.

Dysturin leygardagin endaði 3-3, og Hendrik Rubeksen stóð fyri tveimum av málunum.

Dysturin skuldi eftir ætlan spælast í øðrum umfari, men allir dystirnir vóru útsettir. Tískil var dysturin hjá VB/Sumba leygardagin nummar seks í røðini í ársins útgávu av 1. deild, meðan HB í Formuladeildini avgreiddi 6. umfar í Sarpugerði í farnu viku.