VB/Sumba er nýtt oddalið

Henning Joensen, Heini Vatnsdal og Nenad Zivanovic stóðu fyri málunum hjá VB/Sumba.

Málskjúttarnir hjá runavíkingum vóru Sjúrður Jacobsen og Sonni L. Petersen.

Gestirnir vóru leikliga omaná, og høvdu tamarhald á dystinum í stórum løtum. NSÍ royndi at trýsta seinastu løtuna, men leiðslan hjá VB/Sumba varð ongantíð hótt.

VB/Sumba er nú oddalið í næstbestu deildini. Liðið hevur 31 stig, meðan B71 hevur 30 stig, og HB hevur 28 stig.

 

NSÍ - VB/Sumba 2-3 (1-1)

0-1: Henning Joensen

1-1: Sjúrður Jacobsen

1-2: Heini Vatnsdal

1-3: Nenad Zivanovic

2-3: Sonni L. Petersen