VB/Sumba dagur leygardagin

Leygardagin halda feløgini VB og Sumba føðingardagar sínar við hendingaríkum degi á Eiðinum í Vági Samstarvið millum VB og Sumba í felagnum VB/Sumba tykist ganga væl og leygardagin er felags føðingardagstiltak. Byrjað verður við morginmati vesturi á Eiðinum í Vági frá klokkan 9 til 11. Klokkan 13 verður kynt í grillurnar og møguleiki er at grilla til klokkan 18. fólk hava sjálvi grillmat við, men møguleiki er at keypa drykkivørur.

Lagt er upp til at her verður nakað fyri øll. M.a. hoppiborg, køkutombola, togtogan millum arbeiðspláss og sjálvandi eisini nakrir fótbóltsdystir. Allir limir hava ókeypis atgongd til 1. deildardystin við at vísa limakort.

Um kvøldið verður skipað fyri kvøldsetu, har Robert McBirnie fer at syngja fyri. Okkurt verður eisini til matna. Fyrireikarnir biða fólk um at hava Føroya Fólks sangbók við til kvøldsetuna, sum byrjar kl. 19.30.