VB stóð royndina

VB-Kyndil 26-23 (12-11)

Við einum sigri kundi VB mest sum staðfesta sítt finalupláss, og hetta eydnaðist eisini, tá Kyndil vitjaði.

Talan var alla tíðina um ein sera javnan dyst, og tað var ikki fyrr enn allar seinastu løtuna, at VB veruliga skræddi seg leyst. Hetta tá tær við trimum málum á rað skutu seg upp á 26-22. Og so bilti lítið, at Kyndil fekk pyntað við seinasta málinum í dystinum.

Daiva Toumaite skoraði hesa ferð 10 av málunum hjá VB. Randi Wardum skoraði 6 ferðir fyri Kyndil.