Sterki heimavøllurin munar altíð væl hjá VB-kvinnunum, men í gjár megnaðu tær eisini at vísa, at spælið er við at blíva so mikið gott og samanhangandi, at eisini á útivølli kunnu fleiri stig fáast í posan. Í høllini á Skála vóru kvinnurnar úr Vági náðileysar og vunnu stórsigur – ið bara kundi verið størri.
Søgan um dystin er rímiliga stutt, tí hóast StÍF fekk tey bæði fyrstu málini, so skoraði VB beinanvegin tíggju ferðir á rað og gav líkasum tónan fyri restina av dystinum. Aftan á hetta var einki at rafla um, og mitt í seinna hálvleiki vóru eina ferð 16 mál á muni, áðrenn VB slappaði eitt sindur av ímót endanum, so StÍF fekk pyntað um úrslitið.
Tær báðar litavisku, Gintare Butkeviciute og Ingrida Kuodyte, roynast sum góður styrkur hjá VB, ið nú eisini hevur fingið venjaran, Gurið Mortensen, á vøllin aftur, og tað er munandi hjálp til teir komandi dystirnar, tí nú eru hini liðini ikki longur bilsin av styrkini hjá VB.
VÍF vann trygt
Gongdin í hinum dystinum í gjár, sum var í Klaksvík millum Stjørnuna og VÍF, var nakað tann sama, tí har var tað eisini útiliðið, ið fór avstað við øllum. VÍF streyk avstað beinanvegin og var longu sjey mál frammanfyri í steðginum, so tað sást týðiliga, hvønn veg hetta kundi fara.
Hóast Stjørnan í seinna hálvleiki megnaði at halda tørn, so munurin ikki øktist, høvdu kvinnurnar úr Vestmanna ongar trupulleikar við at vinna sannførandi og varðveita oddasessin, har mesta kappingin nú kemur frá VB, sum saman við Kyndli og Neistanum er sannlíkur avbjóðari.
Enn ber illa til at siga, at nakað lið er greiður favorittur, hóast VÍF higartil hevur havt besta takið á støðuni. VB fylgir væl við, og hóast Kyndil herfyri mátti lúta í toppdystinum, kunnu tær grønu saktans gera ein vørr. Og so er tað Neistin, sum fyrst misti Barbaru Brauer og nú eisini má vera Marjuna Falkvard Danberg fyriuttan, tí hon fær ikki spælt fyri skaða næstu nógvu mánaðirnar. Spurningurin er so, hvat kann væntast av restini av Neistaliðnum, ið tó hevur spæl tveir dystir færri enn tey bæði fremstu, og tí ikki ordiliga kann samanberast, fyrr enn dystartalið er nøkulunda tað sama.
Men óansæð, so røkist fyri eini sera spennandi kapping hjá kvinnunum í vetur, og um hon kann enda við eini javnari steypafinalu og seinni øllum trimum møguligu FM-finalunum, fær reklaman fyri kvinnuhondbóltinum neyvan verið betri.
StÍF-VB 25-36 (8-21)
StÍF: Rebekka Justinussen 8, Fríðrún Danielsen 5, Súnfríð B. Johansen 4, Heidi Sevdal 4, Paula Høgnesen 2, Bára Berthelsen 1, Erla Petersen 1
VB: Gintare Butkeviciute 7, Ingrida Kuodyte 7, Helga Kjærbo 6, Rannvá Johannessen 3, Una Nolsøe 3, Laila Jespersen 2, Gurið Mortensen 2, Birita Olsen 2, Bjarta Hergeirsdóttir 1, Rúna Jacobsen 1, Birita Joensen 1, Sára Symphor 1
Stjørnan-VÍF 26-33 (9-16)
Stjørnan: Anna Maria Ecaterinescu 13, Mina Sirdal 7, Gudny Johannesen 2, Jancy Jacobsen 1, Anna Jakobsen 1, Maria við Neyst 1, Kristina Poulsen 1
VÍF: Durita Ljósstein 9, Durita Christophersen 6, Agnas Olsen 6, Liljan Djurhuus 5, Eilin Hansen 3, Daniella Jonesen 1, Fríða Marjunardóttir 1, Annika Patti 1, Tóra Seloy 1
Dómarar: Gert Hansen & Arnar Dam