Fótbóltur
Bæði í fjør og í fyrraárið vunnu dreingirnir hjá VB føroyameistaraskapin. Ein spælari á liðnum, sum hevði avgerandi leiklut í hesum heiðursmerkjum var póllendingurin Lukasz Cieslewicz. Hann var í Føroyum, tí pápi hansara, Robert, hevur spælt og verið venjari í Føroyum í fleiri ár.
Lukasz er framúr góður álopsspælari, og hann gjørdi nógv mál fyri dreingjaliðið hjá VB.
Lukasz ger framvegis nógv mál, men nú er tað fyri danska felagið Brøndby.
Í fjør gjørdi hann sáttmála við Brøndby, og nú spælir hann fyri unglingaliðið hjá teimum.
Vunnu kapping í Týsklandi
Lukasz Cieslewicz var ein av spælarunum á unglingaliðnum hjá Brøndby, sum á páskum vann eina sterka kapping í Týsklandi. Og Lukasz gjørdi rættiliga um seg, tí hann skoraði fýra mál í teimum fýra dystunum, sum Brøndby spældi.
Mikukvøldið byrjaði unglingakappingin í Danmark aftur, og har eydnaðist Brøndby at vinna 4-2 á Farum. Lukasz Cieslewicz skoraði tvey av málunum í tí dystinum.
Eisini unglingaliðið hjá Frem, har tríggir føroyingar spæla við, vann sín dyst í gjárkvøldið.
Bæði Frem og Brøndby spæla við í bestu unglingadeildini í Danmark, og líkt er til, at fyrrverandi VB-spælarin gongur einari bjartari framtíð í møti í danska felagnum.