Fleiri vóru tey, sum í spenningi høvdu sæð fram til dystin á Hálsi fyri at finna út av, um Neistin fór at megna at geva vágskvinnum ein harðan dyst, men tey noyddust at staðfesta, at liðið hjá VB var bæði ein og tveir flokkar betur enn heimaliðið.
Daiva í serflokki
Tað var longu beinan vegin í dystinum, at kvinnurnar úr Vági prógvaðu fyri teimum gott og væl 100 áskoðarunum, at tær høvdu ongar ætlanir um at taka sær av løttum í dystinum. Tær løgdu seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, og tær koyrdu á við fullari megi og øktu um leiðsluna so líðandi.
Tað gekk eisini skjótt fyri seg, og ein bóltur fyri og annar eftir reyk í meskarnar hjá Neistanum, sum noyddist at verða landsliðsmálverjan Helenu Poulsen fyriuttan í dystinum móti VB.
Tað var eisini skjótt, at heimaliðið misti mótið, og longu tá ið einans 20 minuttir vóru leiktir av dystinum, hevði VB lagt seg á odda heili 12-6. Síðstu løtuna fyri steðgin gekk tað so heilt galið hjá havnarliðnum, og tær vóru næstan bara statistar til eina VB-uppvísing.
Tað var serliga ein leikari hjá VB, sum skaraði framúr. Daiva Tomaite var heilt stóri spælarin á vøllinum, og hon gjørdi ikki færri enn 17 mál í dystinum. Vanliga skýtur Daiva nógv mál upp á brotskast, men sunnudagin vóru bert trý av teimum 17 málunum skotin úr sjey metra fjarstøðu.
Sum áðurnevnt legði VB seg tíðliga greitt á odda, og tá ið komið var til hálvleiks, var dysturin langt síðani avgjørdur. Tá høvdu gestirnir úr Suðuroy ein leiðslu upp á heili ellivu mál, 21-10, og tær kundu tí taka sær eitt sindur meiri av løttum eftir steðgin og spara eitt sindur upp á krútið.
Tó spardu tær seg ikki meiri enn so, enn at tær útbygdu leiðsluna hjá sær, og tað hevur óivað givið nógvum neistafólkum nakað at hugsa um, tá ið kvinnurnar hjá teimum tapa so stórt bert eina lítla viku undan steypafinaluni móti Stjørnuni komandi leygardag.
Neistin-VB 22-35(10-21)
Neistin: Simona Petersen 8(3), Marjun Tróndarson 3, Ása á Neystabø 3, Jórun Ludvík 2, Unn Kragesteen 2, Annika Thomsen 2(1), Kára á Dunga 1, Lív Sørensen 1
VB: Daiva Tomaite 17(3), Gurið Mortensen 7, Rannvá Augustinussen 6, Christina Holm 2, Aukse Vysniaskaite 2, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Neistin 5(4), VB 3(3)
Útvísingar: Neistin 3, VB 2
Dómarar: Hannis og Uni Wardum
Áskoðarar: 130