VB skansin ikki so sterkur kortini

At vágbingar í ár hava verið so óstøðugir á heimavølli hevur kostað teimum møguleikan at vinna heiðursmerkir

Jóannes Hansen

Allir, sum fara til Vágs at spæla fótbólt, eru greiðir yvir, at tað er ógvuliga torført at fáa nakað við av Vágseiði. Har plagar VB at standa seg ógvuliga væl.
Ofta hevur verið at hoyrt, at tað var tí at vøllurin í Vági var so serliga torførur at spæla á, at teir, sum vóru gestir í Vági, einki fingu burturúr. Gongdin seinastu árini staðfestir ikki, at hetta er so, og tað er heldur einki, sum bendir á, at tað er serliga stórur munur á, hvussu tað gongst hjá VB og teimum, sum vitja har suðuri, nú VB hevur sama slag vøll sum flestu av hinum.
Higartil í ár hevur VB spælt átta heimadystir. Tað er bara KÍ, sum ikki hevur verið har suðuri enn. VB hevur vunnið tríggjar ferðir, tvær ferðir hevur verið javnt, og umframt B68 hava GÍ og HB eisini fingið fult í Vági. VB hevur altso mist tíggju stig á heimavølli higartil í ár. Hevði úrtøkan havt verið betri á heimavølli, so hevði VB verið millum kandidatarnar til heiðurskrónurnar.
Seinastu fýra árini hava vágbingar vunnið 20 av 36 heimadystum. Í fjør vann VB tríggjar heimadystir, í 2002 vunnu teir fýra heimadystir, í 2001 vunnu teir seks ferðir á Vágseiði, og í 2000, tá ið VB vann fyrsta og higartil einasta FM heitið, vunnu vágbingar sjey ferðir á heimavølli.