VB skal steðga GÍ

Enn hevur eingin skala GÍ í landskappingini, men vágbingar ætla sær nú at gerast teir fyrstu

 

VB-GÍ:


Upptakt


Higartil hevur gingið sum eftir ánni hjá GÍ. Fýra dystir hava kastað 12 stig, og tað er við vónunum um nr. 13, 14 og 15, at teir um vikuskiftið fara at vitja føroyameistararnar í Vági.

Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at vágbingar ætla sær at geva oddaliðnum nakra gávu. VB hevur nú aftur alt fólkið tókt, og hetta merkir ivaleyst, at teir báðir pólversku áleypararnir eins og Tórður Holm allir fara at byrja inni.

Um sjálvan dystin móti GÍ heldur málverjin hjá VB, Bjarni Johansen, at hesin so avgjørt skal vinnast.

- Tað skulu allir heimadystir, so sjálvandi fara vit eftir sigrinum. Tað gera vit so hvørja ferð, men at tað so ikki altíð eydnast, er ein onnur søk, heldur hann.


Fleiri ivamál

So væl tykist ikki standa til hjá gøtumonnum. Tá vit hóskvøldið prátaðu við venjaran, Johan Nielsen, segði hann, at fleiri ivamál vóru í hópinum.

Málverjin, Hallur Hansen, noyddist at gevast við venjingini hósdagin, og verður hann ikki við, má nýggjur maður setast í hansara stað. Harafturat var hóskvøldið ivamál um fleiri aðrar leikarar. Bartal Eliasen, Hans Pauli Petersen, Magni Jarnskor og Zdzislaw Janik eru allir meira ella minni skaddir, men hóskvøldið var so eingin støða tikin í so máta.

- Eg vóni sjálvandi, at teir verða klárir til dystin, men enn er ov tíðliga at svara nøkrum, segði Johan Nielsen.

Hann helt annars, at dysturin í Vági vanliga er millum teir torførastu hjá GÍ, og at hann so avgjørt heldur ikki roknar við nakrari lættari uppgávu hesaferð.