VB skal aftur samráðast við Sumba

Á eykaaðalfundi í Vágs Bóltfelag mánakvøldið var stórur meiriluti fyri at kanna møguleikarnar fyri framhaldandi samstarvi við sumbingar, og nú er nýggjur eykaaðalfundur lýstur at vera í VB nú hóskvøldið

Tað er nógv fundarvirksemi í Vágs Bóltfelag. Mánakvøldið var eykaaðalfundur, og nýggjur eykaaðalfundur er ásettur at vera hóskvøldið 17. november. Tá fáa limirnir í VB høvi til enn eina ferð at taka støðu til, um VB skal samstarva ella ikki samstarva við Sumba um fótbóltsliðini. Í síðstu viku var stórur meiriluti í VB fyri, at samstarvið ikki skuldi halda fram.

Greiður meiriluti fyri samstarvssamráðingum
Á skránni til eykaaðalfundin mánakvøldið var val av formanni í fótbóltsdeildini og so ymiskt. Fundarluttakararnir vildu hava málið um samstarv við Sumba viðgjørt, og tí varð beinanvegin farið til ymiskt. VB heimasíðan - vb1905.fo - veit at siga, at tá varð uppskot um at taka upp samstarv við Sumba lisið upp, og eftir kjak varð atkvøtt um, um leiðslan í VB skuldi fáa heimild at fara undir samráðingar við Sumbiar Ítróttarfelag. Hesum tók eykaaðalfundurin undir við. 42 atkvøddu fyri samráðingum um samstarv, 12 atkvøddu ímóti, og ein atkvøða var blonk.
VB formaðurin, John Henrik Holm, boðaði síðani frá, at leiðlsan í felagnum fer undir samráðingar við sumbingar beinanvegin, og at limirnir í VB á eykaaðalfundi hóskvøldið 17. november fara at fáa høvi at taka støðu til úrslitið av samráðingunum við sumbingar.
Formaðurin í Sumbiar Ítróttarfelag, Rúni Lisberg, segði í 3-2 mánakvøldið, at sumbingar nú eru farnir undir at fyrireika seg til at luttaka einsamallir í fótbóltskappingini næsta ár. Hann legði afturat, at teir í Sumba eru klárir at tosa um samstarv við VB, um vágbingar fóru at biðja um tað. Nú hava vágbingar gjørt av aftur at fara at samráðast við sumbingar um samstarv, og eftir øllum at døma ætla vágbingarnir, at samráðingarnar skulu vera loknar hóskvøldið kl. 21.00 , tá ið teir fara at hava enn eina eykaaðalfund. Á skránni fyri tann fundin verður 1) Samstarvið VB/Sumba, 2) Nevndarval og 3)Ymiskt.