VB setti ferðina upp í seinna hálvleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr venjaran hjá VB, Michael Ericsson taka samanum VB-Stjørnan 31-23 (16-13)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við venjaran hjá VB, Michael Ericsson aftaná Michael Ericsson hevði sæð sínar leikarar vunnið 31-23 (16-13) á Stjørnuni. Ein sigur, sum tryggjaði vágskvinnum annað plássið í bólki 2 í Faxe Kondi steypakappingini. Hetta merkir, at VB møtir Neistanum í hálvfinaluni.

 

Michael Ericsson heldur, at tað gekk heldur seint hjá teimum í fyrra hálvleiki, men VB fekk sett væl meiri ferð á í seinna hálvleiki, tá VB dróg frá Stjørnuni.

 

Michael Ericsson heldur tað verða eina spennandi uppgávu hjá VB at møta Neistanum í hálvfinaluni, og hann er ikki uttan vónir, at tað fer at lata seg gera hjá VB at koppa tí sterka Neistaliðnum.