Upptakt
Tað tykist mest sum púrasta víst, at Ole Andersen er liðugur í VB/Sumba. Heimasíðan hjá felagnum skrivaði í gjárkvøldi, at tey vóru vitandi um, at leitað verður eftir nýggjum venjara. Og á heimasíðuni hjá Suðurrás verður staðfest, at venjarin er uppsagdur.
Enn eru almennu boðini um hetta tó ikki komin, og sjálvur vil Ole Andersen ikki gera nakrar sum helst viðmerkingar í málinum.
Triði venjarin
Verður Ole Andersen sekkjaður, so er hann triði av venjarunum hjá teimum trimum botnliðunum, sum verður sagdur úr starvi, og so er spurningurin, hvørt hetta fer at hjálpa meira hjá VB/Sumba, enn tað hevur gjørt hjá ávíkavist B68 og ÍF, sum fyrr í ár hava sagt sínum venjarum Jóannes Jakobsen og Petur Simonsen úr starvi.
Í øllum førum hevur botnurin á talvuni alt árið verið mest sum púrasta javnur, og fleiri munnu helst vera á einum máli um, at hetta eins nógv skyldast tilfarinum, sum venjararnir hava at arbeiða við, heldur enn venjarunum sjálvum. Men tað er áður sæð, at eitt venjaraskifti kann sparka nýtt lív í ein hóp, og helst er tað hesi effektini, sum leitað verður eftir í Vági.
Bjarni Johansen við róðrið
Hvør nýggi maðurin á beinkinum í Vági verður, er enn ikki greitt. Suðurrás metir tó, at fyrrverandi málverjin, Bjarni Johansenn, er eitt gott boð. Og í øllum førum hevur hann higartil virkað sum venjari hjá næst besta liðnum hjá VB/Sumba. Ein annar maður, sum eisini verður roknaður sum gott boð, er Finn Johannesen, sum fyrr í ár hevur verið í samband við VB/Sumba. Og sum eisini hevur hjálpt Ole Andersen nakað.
Finn er í ferð við at nema sær venjaraútbúgving, og tá er tað eitt krav, at venjarin hevur lið at taka sær av. Og tað kann bera við sær, at Finn er ein maður, sum er rímiliga lættur at fáa til Vágs seinasta triðingin av kappingarárinum.
Uppgávan
Fyri at koma aftur til uppgávuna, so er tað avgjørt ikki ein av lættara slagnum, sum VBS/umba hevur hesaferð. GÍ hevur kanska ikki havt so góðan byrð seinnu umførini, men týskvøldið fingu Petur Mohr og hansara menn javnleik í Gundadali móti B36. Spurningurin er so, hvussu gøtumenn eru fyri hesaferð. Seinast sótu bæði Magni Jarnskor og Sámal Joensen á beinkinum við skaða, og spurningurin er, hvørt teir verða tøkir hesaferð. Tað verða Niklas Niclassen og Áslakur R. Petersen heilt víst, eftir at teir sótu úti við leikbanni.
Hinvegin fingu bæði Hans Jørgen Djurhuus og Sverri Jacobsen reytt í Gundadali, og eru teir báðir tí leikbannaðir.
Hjá VB/Sumba er sterki verjuspælarin, Dmitri, nú aftur tøkur, eftir at hann hevur sitið tvey dystarbann av sær. Hinvegin er Evrard Ble ikki tøkur hesaferð, tí gulu kortini á kontini eru vorðin ov nógv í tali. Og so er týdningarmikið, at Hallur Dam Joensen verður tøkur aftur. Hann hevur drigist við skaða, men vónin er, at hann verður klárur nú leygardaign.










