VB/Sumba ætlar ikki at lata seg noyða við vánaligu úrslitini í Formuladeildini higartil í ár. Felagið úr Suðuroy hevur tapt allar sínar fimm dystir, og sunnudagin er botndystur á skránni ímóti ÍF, sum heldur einki stig hevur fingið.
Í gjárkvøldið varð sáttmálin við litaviska verjuspælaran Dalius Staleliunas sagdur upp. Heimasíðan hjá VB/Sumba skrivar, at talan var um ein royndarsáttmála, og VB/Sumba hevði ikki hug at leingja hendan sáttmála, nú royndartíðin er farin.
Hinvegin hevur VB/Sumba fingið ein nýggjan spælara úr Danmark. Tað er Christian Soelberg, sum kom til landið í morgun. Hann er verjukendur miðvallarspælari og hevur leikt á 2. deildarliðnum hjá Glostrup. Avtalað er, at fyrsta tíðin er royndartíð hjá báðum pørtum. Gongst sum ætla, kann Sol vera við á formulaliðnum, sum sunnudagin skal leika botndyst í Fuglafirði.










