Seks minuttir eftir steðgin skoraði Birgir Jørgensen sigursmálið. Jón Krosslá Poulsen legði innfyri úr vinstru, og Birgir Jørgensen stýrdi bóltin í málið. Síðstu løtuna royndi TB at leggja trýst á. Óli Johannensen varð fluttur fram í álopið, men heimaverjan við Pól Thorsteinsson á odda vardi væl. Fyrr í ár vann VB/Sumba 2-0 á Sevmýri, og aftur hesa ferð noyddist TB altso av vøllinum eftir lokaluppgerð uttan at hava skorað mál og uttan at hava fingið stig.