FÓTBÓLTSSAMSTARV
Í ár vóru tey saman. So vildu vágbingar taka sundur aftur, og nú bendir alt aftur á, at sumbingar og vágbingar eisini næsta ár fara at vera felags um fótbóltsliðini í tveimum teimum ovastu deildunum.
VB heimasíðan - vb1905.fo - veit at siga, at á triðja VB eykaaðalfundinum í tvær vikur varð hóskvøldið stórur meiriluti fyri at taka samstarvið við Sumba uppaftur. 41 atkvøður vóru fyri, og trettan vóru ímóti.
Síðani eykaaðalfundin, sum var fyrr í vikuni, hevur leiðslan í VB verið í sambandi við Sumbiar Ítróttarfelag, sum alla tíðina hevur verið hugað í, at samstarvið skuldi halda fram. Sambært VB heimasíðuni verður útgangsstøðið fyri samstarvinum avtalan, sum hevur verið galdandi í farna ári, men onkrar broytingar skulu gerast í avtaluni. Hesar skulu fáast upp á pláss av nevndunum, áðrenn samstarvið formliga verður undirskrivað.
Nýggjur formaður í fótbóltsnevndini hjá VB er Erhard Joensen. Hann varð hóskvøldið valdur í staðin fyri fyrrverandi formannin, sum arbeiðir í Danmark.