VB og Stjørnan í hálvfinaluni

Drigið varð í sendingini, Pulsurin, og lagaði tað seg soleiðis, at Stjørnan og VB skulu spæla aðra hálvfinaluna hjá kvinnum. Hin hálvfinalan stendur millum Kyndil og Tjaldur. Tjaldur hevur ongan tíð áður verið í hálvfinaluni, meðan Kyndil ikki hevur verið í finaluni síðani ár 2000.

Hjá monnum spæla bestu liðini hjá H71 og Kyndli aðra hálvfinaluna, meðan triðbesta Kyndils-liðið, sum vann á VÍF í fjórðingsfinaluni, spælir móti StÍF.

 

Hálvfinalurnar verða spældar 23. og 30. januar. Finalan verður spæld 9. februar.