Løgmanssteypið
Eftir dystirnar um páskirnar í bólki 3 í kappingini um Løgmanssteypið, er tað greitt, at bæði VB og HB hava spælt seg í fjórðingsfinaluna. Skírisdag vunnu vágbingar á Skála, meðan havnarmenn vunnu á sundalagsmonnum á Eiði. Fýra dagar seinni, 2. páskadag, vann VB sannførandi á sundalagsmonnum, meðan føroyameistararnir úr HB akkurát fingu bast skálamonnum í Havn.
Meistararnir reistu seg
Nógv vóru spent upp á dystin á Mølini Skírisdag, tá ið HB var á vitjan hjá EB-Streymi. Havnarmenninir høvdu umfarið frammanundan verið fyri eyðmýkjandi ósigri móti VB, og nú skuldu teir royna at reisa seg. Tað eydnaðist eisini havnarmonnum at reisa seg, og teir vunnu ein uppibornan 2-0 sigur á sundalagsmonnum. Leikandi venjarin hjá HB, Heine Fernandez, skeyt bæði málini, eitt fyri steðgin og eitt eftir steðgin. Fyrsta málið kom eftir eitt verjumistak hjá EB-Streymi, so at danin gjørdist leysur, meðan seinna málið kom eftir upplegg frá Heðin á Lakjuni, sum hevur runnið frá allari verjuni hjá heimaliðnum, áðrenn hann serveraði bóltin fyri føturnar á venjaranum, sum hevði lætt við at skora til 2-0. Sundalagsmenn noyddust at verða bæði Sonna L. Petersen og Andrej Pacek fyri uttan til dystin móti HB, og tað merktist sjálvsagt hjá heimaliðnum.
Á Skála var talan um satt málgildi, tá ið VB var á vitjan. Vágbingar vunnu dystin 6-3, eftir at tað hevði staðið a jøvnum 3-3 í hálvleikinum. Nýggi litaviski áleyparin hjá vágbingum, Mindaugas, skeyt trý av málunum hjá VB, og hann tykist verða ein rættuligur fongur hjá vágbingum. Nógvi vindurin á Skála merkti týðuliga dystin, men eingin ivi var um, at tað var rætta liðið, ið fór avstað við øllum trimum stigunum.
Vágbingar sannførandi
Sundalagsmenn vóru í Suðuroy og dystaðust við vágbingar 2. páskadag, og teir noyddust, eins og HB vikuskifti frammanundan, at fara norður aftur við einum 0-4 ósigri. Tað var VB, sum byrjaði dystin betur á Sevmýri mánadagin, men sundalagsmenninir vóru eisini vandamiklir. Millum annað noyddust Mortan úr Hørg hjá VB tvær ferðir at bjarga royndum frá altíð vandamikla Sorin Anghel á sjálvari málstrikuni. VB kom á odda,tá ið eitt korter var leikt av dystinum. Dan Djurhuus fór til baklinjuna, og hann legði væl innfyri til Palla Augustinussen, sum setti bóltin í netið. Eitt lítið korter seinni økti VB til 2-0, og hesaferð býttu teir báðir Dan og Palli um leiklut, soleiðis at tað hesaferð var Palli sum legði innfyri til Dan, sum skoraði. Tað var nær við, at EB-Streymur minkaði um munin løtu seinni, men saksasparkið hjá Sorin Anghel brast í tvørstongina. Ístaðin vóru tað vágbingar, ið øktu um leiðsluna tíggju minuttir fyri hálvleik, tá ið litavin Mindaugas skoraði til hálvleiksstøðuna 3-0.
Eftir steðgin vóru tað sundalagsmenn, ið vóru omaná, men teir høvdu ilt við at spæla seg til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Nærmast vóru teir, tá ið eitt langskot brast í tvørstongina. Vágbingar, ið als ikki fingu glið á spælið hjá sær eftir steðgin, fingu eitt mál afturat, og tað skeyt Mindaugas við beinleiðis frísparki miðskeiðis í seinna hálvleiki. Eitt sera gott mál frætta vit úr Vági.
Skála fimm minuttir frá sensatión
Í Gundadali hevði HB vitjan av Skála 2. páskadag. Meistararnir høvdu greiða yvirvág fyri steðgin, og hóast møguleikarnir vóru nógvir, eydnaðist tað teimum bert at fáa tað eina málið í fyrra hálvleiki. Málið kom, tá ið okkurt um eitt korter var farið av dystinum. Rúni Nolsøe legði innfyri úr høgru síðu, og Heðin á Lakjuni setti høvdið undir, og við sínum fyrsta málið fyri HB legði hann havnarliðið á odda 1-0. Skálamenn komu meiri og meiri við í dystin, og tá ið Símun Eliasen hjá HB fekk sítt næsta gula kort stutt eftir steðgin, setti Skála seg av álvara á dystin. Knappir 20 minnuttir vóru eftir at leika, tá ið Skála fult uppiborið fekk javnað við einum máli frá Ronni Hansen. Einar tíggju minuttir seinni eydnaðist tað so gestunum at leggja seg á odda 2-1. Verjan hjá HB skal sparka bóltin burtur, men rakar í dómaran, og bólturin støkkur til Alexandur Johansen hjá Skála, sum smekkar til. Bólturin tekur í eitt HB-bein og snýtir málverjan hjá heimaliðnum, og so var Skála á odda og einans tíggju minuttir eftir at leika.
Leiðslumálið hjá skálamonnum fekk onkursvegna heimaliðið at vakna við, og teir settu nú ferð á. Einans fýra minuttir vóru eftir at leika, tá ið Heðin á Lakjuni, ið var klárt besti maður hjá HB, stríddi seg til eitt útjavnandi mál, og í yvirtíðini fekk HB sigursmálið. Ungi Hendrik Rubeksen var komin á vøllin bert fáar minuttir fyri leiklok, og hann sendi liðskiparan Rúna Nolsøe avstað í høgru, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina. Rúni sendi bóltin innfyri aftur, og við handaru stong var kom Hendrik tuskandi og setti fótin á, og so var HB á odda 3-2. Ótrúliga bitturt hjá skálamonnum, sum vóru bert fáar minuttir frá fyrstu sensatióini í hesum kappingarárinum.
Við úrslitunum um páskirnar er tað greitt, at VB og HB eru komin víðari, meðan tað verður trupult hjá EB-Streymi at spæla seg víðari. Komandi vikuskifti hittast VB og HB í Havn, og vinnarin av tí dystinum vinnur bólkin og harvið eisini heimavøll í fjórðingsfinaluni.
Skála-VB 3-6 (3-3)
1-0: Iulian Florescu
1-1: Ander Sørensen
1-2: Mindegaus
2-2: Jonhard Frederiksberg
2-3: Palli Augustinussen
3-3: Eugen Stanciu
4-3: Mindegaus
5-3: Palli Augustinussen
6-3: Mindegaus
EB/S-HB 0-2 (0-1)
0-1: Heine Fernandez
0-2: Heine Fernandez
VB-EB/S 4-0 (3-0)
1-0: Palli Augustinussen
2-0: Dan Djurhuus
3-0: Mindaugas
4-0: Mindaugas
HB-Skála 3-2 (1-0)
1-0: Heðin á Lakjuni
1-1: Ronnie Hansen
1-2: Alexandur Johansen
2-2: Heðin á Lakjuni
3-2: Hendrik Rubeksen